Log In
Register

Aldan revsar eitt vargahjarta Lyrics

Hamferð - Vilst er Sísta Fet
Band
Album

Vilst er Sísta Fet

(2010)
TypeEP
GenresDoom Metal
LabelsTutl Records
Album rating : 
Votes :  0
3. Aldan revsar eitt vargahjarta (8:37)
Tigandi
Á høgum rókum
Dømandi
Køld og rættvís
Eg tríni óttafullur fram

Aldan talar
Leggur byrðu á meg
Lagna mín spilt av iva
Ótta og vreiði
Minnast skal eg í ævir

Ódnarvargur eri eg
Sorandi á glæðuni
Alt er vorðið myrkt
Eg síggi teg á eggini
Tveita teg í skerini
Skríggj og so er kvirt

Lotið ilskast
Tað myrknar
Eitt tár fellur út í einsemið

Við gróti undir iljum
Merki eg streymin frá fjarum londum
Við bárubroti at hoyra
Síggi eg tey smáu, spælandi berføtt
Við vissu í sálini
Um mína revsing uttan linna
Latið eg aftur eygu

Aldan talar
Pískar tað leikandi lotið
Upp í ta hvirlu
Ið nú skal taka mín kropp

Ódnarvargur eri eg
Sorandi á glæðuni
Alt er vorðið myrkt
Eg síggi teg á eggini
Tveita teg í skerini
Skríggj og so er kvirt

Tú vónarinnar bani, tú ræðugos
Tú eigur lívið í mær
Tak meg nú
Kasta meg í kjaftin
Á miklum klettum
Share on Facebook
Share on Twitter
Added by level 21 차무결
Hamferð - Vilst er Sísta Fet
Vilst er Sísta Fet - Lyrics
1.  Harra Guð, títt dýra navn og æra Lyrics2.  Vráin Lyrics
▶   3.  Aldan revsar eitt vargahjarta Lyrics4.  At enda Lyrics
Hamferð - Vilst er Sísta Fet
Vilst er Sísta Fet - Album Credits
Members
  • Tinna Tótudóttir : Bass
  • Remi Johannesen : Drums
  • Theodor Kapnas : Guitars
  • John Egholm : Guitars
  • Esmar Joensen : Keyboards
  • Jón Hansen : Vocals
Info / Statistics
Artists : 47,167
Reviews : 10,392
Albums : 169,633
Lyrics : 218,052